Útlit hava verið fyri, at kappingin í 1. deild hjá kvinnum kanska fór at vera javnari og meira spennandi, enn hon plagar at vera. Tað verður hon kanska eisini, men nú tvey umfør eru farin, eru tað aftur í ár AB og KÍ, ið eru komin best frá byrjan, tí tey bæði liðini hava fult stigatal, seks í part.
So skal eisini sigast, at tey bæði í gjár spældu ímóti teimum báðum liðunum, ið munnu metast sum tey, ið kunnu bjóða av. AB vann stórt ímóti Skála og KÍ vann í sínum lagi ímóti Víkingi, meðan havnarfeløgini bæði, HB og B36, spældu javnt.
AB vísti styrki í útidystinum ímóti Skála, tá tað eydnaðist at vinna ein tryggan 4-0 sigur. Mona Breckmann legði botnin fyri steðgin, tá hon skoraði til 1-0, og bara fáar minuttir eftir steðgin økti Ásleyg Súnadóttir til 2-0. Eitt korter inn í seinna hálvleik eydnaðist AB at punktera allan spenning í dystinum, tá tvey mál komu innan fyri tveir minuttir. Ásleyg skoraði tað fyrra og Silja á Borg Færø tað seinna, og so var hesin dysturin væl og virðiliga avgjørdur.
HB mundi vunnið
Víkingur, sum var í Klaksvík og spældi ímóti KÍ, fekk eina dreymabyrjan, tá Heidi Sevdal longu í fjórða minutti legði Víking á odda 1-0 við beinleiðis frísparki. Men longu mitt í fyrra hálvleiki hevði KÍ bæði javnað og lagt seg á odda við málum, sum Rannvá Andreasen og Sofía Purkhús skutu. Fleiri mál komu ikki í dystinum, so hetta skuldi vísa seg at vera avgerandi fyri, hvussu henda uppgerðin endaði.
Í grannauppgerðini í Gundadali millum uppflytararnar úr HB og B36 kom einki mál fyri steðgin, men stutt inn í seinna hálvleik legði Marianna H. Jacobsen vertirnar á odda. Miðskeiðis í seinna hálvleiki fekk Rudi Zachariassen tvey gul kort innan fyri fýra minuttir, so HB í ein hálvan hálvleik mátti klára seg við 10 spælarum ímóti 11. Kortini var um reppið, at tað eydnaðist HB at vinna dystin, tí ikki vóru meira enn fýra minuttir eftir, tá Brynja Høj fekk javnað til 1-1 fyri B36.










