AB og 07 Vestur løgdu harðliga fyri

AB hevði vitjan av EB/Streymi, sum er nýtt lið í 1. deild hjá monnum, og AB vann trivaligan sigur. Longu í hálvleikinum var støðan 4-0 til AB, og í seinna hálvleiki skoraðu argjamenn trý mál afturat. Tróndur Sigurðsson skoraði fýra mál, Allan Mørkøre tvey og Evrard Ble eitt.

 

Vágamenn høvdu vitjan av næstbestu klaksvíkingunum, og tað vóru gestirnir, sum byrjaðu betur. KÍ legði seg á odda 1-0 tíðliga í dystinum, men so kom heimaliðið fyri seg og fór fram um 2-1. Tá KÍ so fekk ein spælara útvístan raplaði inn hjá teimum, og 07 Vestur vann at enda 7-2.

 

Í Gøtu spældu næstbestu liðini hjá Víkingi og HB, og tey samdust um javnleik 1-1. Fjórði dysturin var á Tvøroyri, og har vann TB 3-0 á B68.

 

Fimti dysturin í 1. deild hjá monnum verður spældur í morgin. Hann er millum VB/Sumba og NSÍ.