Erling Ellendersen hevur boðað nevndini í AB frá, at hann av persónligum orsøkum sigur seg frá sum formann felagsins, og at hann somuleiðis tekur seg úr nevndini beinanvegin. Tað skrivar heimasíðan hjá AB.
Næstformaður felagsins, Martin Dalsgarð, verður sostatt virkandi formaður fram til ársaðalfundin í februar 2016. Tiltakslimur Regin Dalsgarð tekur við sum nevndarlimur.
AB er eitt av feløgunum, sum hevur deilt raksturin millum Effo-liðið og restina av felagnum upp. Martin Dalsgarð er nú virkandi formaður fyri felagið, meðan Sjúrður Olsen er formaður í FC Argjum, sum tekur sær av Effo-liðnum í felagnum.