AB nýggjan spælara

Argja Bóltfelag hevur fingið enn ein spælara á liðið, sum hevur drúgvar royndir frá 1. deildarfótbólti. Jákup Martin Joensen, sum hevur verið ein av spælarunum hjá EB/Streymi, fer nú at spæla við AB, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
Jákup Martin hevur spælt á besta liðnum hjá EB/Streymi síðani 1993, og harafturat spældi hann við B36 í 1998.