AB kós ímóti Effodeildini

Oddaliðið í 1. deild vann greiðan sigur í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin.

15. umfar í 1. deild hjá monnum varð avgreitt í dag. Talan var um fýra dystir, og var hetta samstundis fyrsta umfar eftir summarsteðgin, sum liðini fóru í fyri lítlum mánaða síðani, nevniliga 24. juni.


Oddaliðið, AB, heldur kósina upp aftur í Effodeildina. Í dag gjørdist tað til greiðan 4-0-sigur ímóti Giza Hoyík. Hjá AB var Bjarki Nielsen stóra hetjan. Hann gjørdi nevniliga hattrikk.


Í botnstríðnum fekk B36 skavað sær eitt stig saman eftir 1-1-javnleik á útivølli ímóti Víkingi. Tað eina stigið lyftir teir fyribils upp um niðurflytingarstrikuna.


Úrslitini í 1. deild í dag
AB - Giza Hoyvík 4-0 (3-0)
B68 - TB/FCS/Royn 5-2 (3-0)
Víkingur - B36 1-1 (1-1)
HB - ÍF 5-2 (3-2)
KÍ - NSÍ 31. juli


Støðan í 1. deild

1. AB 15 10 4 1 42-13 (+29) 34
2. KÍ 14 9 3 2 40-15 (+25) 30
3. NSÍ 14 8 2 4 40-18 (+22) 26
4. B68 15 8 2 5 29-23 (+6) 26
5. HB 15 6 3 5 43-32 (+11) 24
6. Víkingur 15 6 4 5 27-22 (+5) 22
7. Giza Hoyvík 15 4 5 7 28-30 (-2) 17
8. B36 15 3 4 8 27-34 (-7) 13

9. TB/FCS/Royn 15 4 1 10 25-47 (-22) 13
10. ÍF 15 1 0 14 10-81 (-71) 3