AB hyggur uppeftir

Argjamenn kenna seg at vera leysar úr botninum, og nú ætla teir at taka ÍF, sum vitjar seinnapartin

Á Argjum er fótbóltslagið gott eftir 2-1 sigurin á HB í Gundadali fyri viku síðani.

-Hetta var ein øgiliga týdningarmikil sigur. Vit hyggja uppeftir, og um vit megna at vinna á ÍF, so eru vit bara eitt stig aftanfyri teir, og tá kann tað verða so skjótt, at vit flyta okkum longri upp, sigur Jógvan Skeel Nolsøe, sum var eyðsýndur ímóti HB.

ÍF var yvirmannað ímóti Víkingi í ein tíma. Kortini var tað ikki fyrrenn ímóti dystarenda, at tað eydnaðist fuglfirðingum at javna til 2-2.

-Tað er torført hjá okkum, og bóltspælið er ikki so gott, sum tað var í fjør. Men eg fegnist um, at vit arbeiða nógv og væl. Vit rokna framvegis við møguleikanum at røkka fjórða plássinum, sigur ÍF venjarin Albert Ellefsen.

Tað er einki at taka seg aftur í, at tað kemur ikki væl við hjá fuglfirðingum, at Karl Løkin, sum hevur verið álitið á verjukenda miðvøllinum, og sum eisini hevur skorað fleiri týdingarmikil mál, nú flytur til Danmarkar, har hann skal spæla við Næstved í 2. deild.

Tá ið AB vitjaði í Fuglafirði 18. mai, fóru argjamenn suður aftur við 4-1 sigri. Ta ferðina skoraði Sorin Anghel trý mál. Ímóti HB var hann leikbannaður, men hann verður við aftur ídag, og tað hevur sera stóran týdning fyri Oddbjørn Joensen og hansara menn.