Argja Bóltfelag hevur valt nýggjan formann. Eftir aðalfundinum, sum var mánakvøldið 3. februar, skipaði nývalda nevndin seg við Erlingi Ellendersen sum formanni. Hann stóð ikki fyri nevndarvali hesa ferð. Erling tekur við sum formaður eftir Jens Michael Tróndheim, sum stóð fyri vali og ikki tók við afturvali.
Umframt nývalda formannin stóð Elsa Sørensen ikki fyri vali hesa ferð. Í nevndina vórðu vald Rannvá Skála og Doris V. Rasmussen, sum báðar vórðu nývaldar, og Eyðun Dalsgarð, sum varð afturvaldur.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Erlingi Ellendersen sum formanni og Eyðuni Dalsgarð sum næstformanni. Doris V. Rasmussen er kassameistari, Rannvá Skála er skrivari, og fimti nevndarlimurin er Elsa Sørensen. Eykalimir eru Maria Dalsgarð og Regin Dalsgarð.
Í tíðindaskrivi sigur AB, at nógv fólk vóru á fundi, og at fleiri uppskot til nevndarval vóru at velja ímillum.
Aftanfyri frá vinstru: Doris V. Rasmussen, Elsa Sørensen, Maria Dalsgarð og Rannvá Skála. Frammanfyri frá vinstru: Eyðun Dalsgarð, Erling Ellendersen og Regin Dalsgarð.