Stigatalvan sigur tað, og hagtølini siga tað. HB er stórfavorittur at hava fulla úrtøku í viðførinum heim um brúnna eftir at hava vitjað á Argjum seinnapartin.
HB hevur vunnið fulla úrtøku úr tveimum teimum fyrstu umførunum, meðan AB hevur vunnið eitt stig – á heimavølli ímóti Víkingi (0-0).
Tað eru næstan sjey ár síðani, at AB vann stig á heimavølli ímóti HB. HB vann FM í 2013, men 25. september 2013 vann AB 2-1 á heimavølli ímóti HB. Síðani hevur AB einki stig vunnið á heimavølli ímóti HB.
Bara ein spælari, sum fer at spæla í dag, var við henda dagin fyri sjey árum síðani. Tað er HB málverjin Teitur Matras Gestsson. Bartal Wardum var á beinkinum allar 90 minuttirnar. Hvussu tað verður í dag fæst at síggja.
Seinnu árini hevur AB staðið seg betri í Gundadali enn á Argjum ímóti HB. Bæði í 2014 og 2016 vann AB 2-1 í Gundadali. Í fjør vann HB 2-1 á Argjum og í fyrraárið 1-0.
Hjá AB er Filip í Liða skaddur, og tað er ivasamt, um Jón Krosslá Poulsen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í rygginum.
Hjá HB er Daniel Johansen leikbannaður, og Jógvan Rói Davidsen er framvegis skaddur.