AB fingið nýggja málverja

AB hevur gjørt sáttmála við danska málverja

Argja Bóltfelag hevur kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við 20 ára gamla danska málverjan Christopher Nødskov Frydelund. Samstundis hevur felagið gjørt sáttmála við 17 ára Sverra Petersen.

 

- Tað er gott at vera væl mannaður við málmonnum. AB hevur styrkt um málmanshópin í eldru deildunum, soleiðis at tað nú eru 3 málmenn til reiðar. Vit hava í eina tíð bert havt 2 málmenn, og tað er ov lítið, tá tað altíð kann henda, at onkur teirra verður skaddur ella ikki fær spælt, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

 

Christopher hevur seinastu árini verið málmaður í donsku 2.deild hjá Boldklubben Søllerød Vedbæk, har hann annars eisini er uppvaksin og hevur spælt meginpartin av sínum ungdómsárum.

 

17 ára gamli Sverri Petersen er uppvaksin í AB og hevur verið málmaður seinastu árini hjá U21 og 2. deild. Nú hann hevur gjørt sáttmála við AB, er hann vorðin partur av hópinum í Betrideildini.

 

- Afturat hesum báðum málmonnunum hava vit okkara legendariska Heðin Stenberg. Sostatt skuldi málmanshópurin verið væl brynjaður til komandi kappingarár hjá Betrideildini, 2. deild og U21, skrivar AB.