AB vóru av ekspertunum dømdir at enda aftast og flyta niður aftur í 1. deild. Aftaná teir tríggjar dystirnar í 1. deild ígjár, tá KÌ tapti ímóti HB og NSÍ tapti ímóti Giza Hoyvík var líkt til, at AB vóru dømdir at flyta niður í 1. deild saman við 07 Vestur.
Men B68 tók ikki av møguleikanum í 1. deild at fara framum NSÍ og KÍ, og toftamenn blivu hangandi á fjórða plássinum aftaná ein skuffandi 0-0 javnleik ímóti Víkingi í Leirvík.
Tá tendraðist ein vón um at yvirliva í Betrideildini hjá Sjúrði Olsen, formanni í FC Argjum sum tekur sær av besta mansliðnum hjá AB. Men tað kravdi ein tveymálssigur á EB/Streymi á Eiði um 07 Vestur spældi javnt ímóti Suðringum. AB kom framum 1-0, men 07 Vestur hevði javnleik 0-0, og var betri uppá fleiri skotin mál, men so skoraði Tóki á Lofti, og AB var komið uppá turt og bjargað.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í FC Argjum, Sjúrð Olsen greiði frá ótrúligu upplivingini hann hevði í dag. Fyrst við at fylgja við dystinum hjá B68 í Leirvík, og síðani at yvirliva við einum 9. plássi í Betrideildini aftaná ein minniligan 2-0 sigur á EB/Streymi á Eiði.
- Tað kendist sum at vinna meistaraheitið, greiðir Sjúrður Olsen frá sum í samrøðuni eisini kom inn á, at AB helst má styrkja álopspartin til komandi kappingarár.