AB favorittur fyri fyrstu ferð í ár

Í kvøld verður botnbrak á Argjum millum AB og 07 Vestur. Argjamenn eru í stórform, meðan 07 Vestur fekk lív í vónina um bjarga sær í bestu deildini, eftir 2-1 sigurin á KÍ í farna umfari.

 

Bæði fótbóltsáhugaðir føroyingar, ítróttarskrivarar og veddingarfyritøkur eru á einum máli um, at AB er favorittur at vinna dystin í kvøld. Tað er fyrstu ferð í ár, at teir eru tað.

 

Í gjár spurdi In.fo limirnar í Facebook bólkinum “Fótbóltskjak”, hvør ferð at vinna botnbrakið á Argjum í kvøld. Samanlagt svaraðu 91 av limunum. Av teimum mettu 61, at AB fer at vinna, meðan 20 mettu, at 07 Vestur fer at vinna. Bara 10 mettu at dysturin endar við javneliki.

 

Á Nordicbet eru tey komin til somu niðurstøðu. Har fært tú pengarnar aftur 1.75 ferðir aftur fyri ein heimsigur, meðan ein útisigur gevur pengarnar 4 ferðir aftir. Javnleikur gevur odds 3.30.

 

Eisini Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, metir AB verða favoritt í tippingini á FSF.fo. Hann skrivar:

 

"AB-07 Vestur 1

Argjamenn eru snøgt sagt flúgvandi, og tí vænti eg, at vágamenn ikki megna at gera nakað við teir úti í Vika, hóast 07 Vestur vann á KÍ seinasta umfar. Argjamenn fara at gera enn eitt lop upp eftir stigatalvuni."

 

Á Norðlýsinum hevur Jákup Ósá eisini gjørt sína meting av dystinum. Hann skrivar soleðis:

 

"AB er uttan stórspælandi Dion Splidt, ið hevur leikbann. Men Sorin Anghel er tøkur aftur, so argjamenn hava onga orsøk til at stúra, tí kanska fyri fyrstu ferð í ár mugu teir metast sum greiðir favorittar. 07Vestur vann gott nokk móti KÍ, men tað sæst, at skulu teir hava stig, so skal mótstøðuliðið fyrst og fremst hava ein ringan dag. Og øvugt til KÍ, so er AB flúgvandi í løtuni. Halda teir áleið sama vilja og hugburð, so koma 3 sera kærkomin stig til AB, sum av álvara hevur brúk fyri teimum áðrenn seinasta triðingin, har teir skulu spæla nógvar dystir á útivølli. Tipping: 1"

 

AB hevur alt árið rótað í botninum. Tí hava teir ikki verið favorittar at vinna ein fótbóltsdyst alt kappingarárið. Nú eru teir á fyrsta sinni favorittar móti nýggja botnliðnum 07 Vestur, sum tó hevur víst fleiri tekin um, at liðið ætlar at bíta frá sær.

 

Javnleik í Gundadali móti B36 og næstan javnleik móti greiða oddalinum HB. Í farnu viku vunnu teir so á KÍ. Nú verður so spennandi at síggja hvønn veg tað vendir, tá AB tekur móti 07 Vestur. Fyrsti dysturin millum liðini í hesum kappingarárinum endaði við 1-1 javnleiki.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í kvøld, sum byrjar klokkan 18.00. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.

 

Spurnarkanning:

Hvør vinnur dystin millum AB og 07 Vestur?

AB: 61(Atkvøður)

07 Vestur: 20

Javnleikur: 10

Samanlagt. 91 atkvøður