Tað var ikki eftir bókini hjá meistarunum, tá ið B36 í øðrum umfari tapti á útivølli ímóti uppflytarunum á Skála.
Í dag hevur B36 møguleika – sammett við í fjør – at taka nakað aftur av tí, sum tað ikki eydnaðist at vinna á Skála.
Argjamenn plagdu at stuðla B36, áðrenn AB varð partur av bestu deildini. Í bestu deildini hava argjamenn ofta argað árstalsfelagið, tá ið tey hava spælt í Gundadali.
Tølini siga, at seinastu trý árini hava hesi bæði grannaliðini dystast fimm ferðir í Gundadali. Fýra ferðir er tað endað við javnleiki, og í 2013 vann B36 annan dystin 2-1.
Meðan B36 vísti sannførandi avrik og vann 4-1 á Toftum, so tapti AB í triðja umfari 1-0 í Trongisvági. Harvið leingjast teir í AB framvegis eftir fyrsta sigrinum.
Hjá B36 eru Høgni Eysturoy og Hanus Thorleifsson langtíðarskaddir, og Robert Heðin Brockie og Alex Mellemgaard eru so mikið skaðadarvaðir, at teir eru ikki førir fyri at spæla ídag.
AB leingist eftir ársins fyrsta sigri. Fyritreytirnar eru ikki betri, tá ið fleiri eru tøkir. Andri Freyr Bjørnsson og Gert Drangastein eru skaddir, Sørin Samuelsen er leikbannaður, og Árni G. Nielsen hevur sambært leiguavtalu millum B36 og AB ikki loyvi at spæla ímóti barndómsfelagnum.