Aasiaat: Einki illgrunasamt er staðfest

- Tað er einki, sum bendir á, at nøkur brotsgerð er framd, tá ein 21 ára gamal maður doyði í Aasiaat um dagarnar, sigur Grønlands Politi.

 

Fyrr í vikuni segði Grønlands Politi, at tey vóru í holt við at kanna eitt illgrunasamt deyðsfall í grønlendska býnum, Aasiaat. 

 

Ein 21 ára gamal maður var funnin deyður, og tí var illgruni um, at ein brotsgerð kundi vera framd ímóti manninum. 

 

Løgreglan segði seg hava allar møguleikar opnar, men kanningarnar higartil benda ikki á, at talan er um eina brotsgerð.

 

Tað sigur Grønlands Politi við Sermitsiaq.

 

Tey leggja aftrat, at umstøðurnar, har deyðsfallið fór fram, eru kannaðar, og løgreglan hevur eisini snakkað við vitnir. 

 

Líkskurðurin bendi heldur ikki á, at talan er um eina brotsgerð.

 

Royndirnar, sum eru tiknar, skulu sendast til Danmarkar. Her skulu tær greinast nærri, soleiðis at ein deyðsorsøk kann staðfestast.

 

- Eingin er handtikin, og eingin er undir illgruna í málinum, sigur Grønlands Politi við Sermitsiaq.