Aab vil leingja við Hamrén

AaB, har bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru partur av hópinum, hevur tikið fleiri serfrøðingar á bóli, nú liðið av álvara hevur lagt seg upp í oddastríðið í donsku superliguni. Seinastu fýra árini hevur svenski Erik Hamrén verið venjari hjá felagnum, og hóast kritikkurin til tíðir hevur verið harður, so hevur ítróttarstjórin, Lynge Jacobsen, alla tíðina havt álit á venjaranum. Eitt álit, sum nú eisini gevur úrslit.

Og Lynge Jacobsen slær nú fast, at tey fegin vilja halda fast í svianum. Sáttmálin hjá Hamrén gongur út í 2008, men Jacobsen heldur, at sviin væl kann vera venjari hjá felagnum næstu fýra árini afturat.