Við einum sigri á AaB um vikuskiftið, kundi FCK endurvunna meistaraheitið. AaB hevði somuleiðis sakir at berjast fyri, av tí at teir bert vóru tvey stig aftanfyri nummar tvey. Tað byrjaði annars at anga av gulli í 17. minutti, tá ið svenski Tobias Linderoth legði meistararnir á odda. Leiðslan helt sær til gott ein tími var leiktur, tá ið AaB fekk fýra gyltar minuttir. Fyrst javnaði Jeppe Curth við einum skallara, og bert fýra minuttir seinni legði SAS Liga-toppskjúttin, Rade Prica, AaB á odda 2-1. Eftir hetta sat FCK fullkomiliga á dystinum, men hóast stórar málmøguleikar megnaðu teir ikki at skora. Súni Olsen kom á vøllin ímóti endanum av dystinum.