Hóast AaB hevði eina framúr góða 3-0 leiðslu í skjáttuni á ferðini til Spania, var spenningurin stórur. Deportivo er vanliga serstakliga sterkt á heimavølli, og fyri ikki so nógvum árum síðani koppaðu teir líknandi støðu móti sjálvasta Milan.
Fyrsta partin av dystinum var trýstið eisini á AaB. Donsku gestirnir høvdu tó nøkur vandamikil kontraálop, men Deportivo fekk alsamt betri tak um dystin, og eftir 37 minuttum skoraði Sergio til 1-0.
Men so tók AaB brádliga yvir. Undan steðginum vunnu teir seg upp á 3-1 við málum frá Luton Shelton, Andreas Johanson og Thomas Enevoldsen, og so var leyst og liðugt.
Eftir steðgin formáddi spanska felagið sær millum lítið og einki, og so gjørdist talan um rimmar 6-1 sigur til donsku meistararnar.
FCK megnaði hinvegin ikki at spæla seg víðari. Tvey mál frá Craig Bellamy syrgdu fyri 2-0 leiðslu til Manchester City, og so hjálpti tað lítið, at Martin Vingaard í yvirtíðini minkaði um munin. Fyrri dysturin teirra millum endaði 2-2, so samanlagt vann Manchester City uppgerðina við 4-3.