Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, segði nu um dagarnar á einum fundi við sponsorar hjá felagnum, at AaB fer at gera eina avtalu við ein útlendskan profil í næstum. AaB hevur mist tveir av sínum týðandi miðvallarspælarum – Rasmus Wurtz og Frederik Winsness – og tí skal felagið hava ein nýggjan spælara í hópinum. Sæmbært Lynge Jacobsen er talan um ein spælara, sum veruliga kann styrkja liðið.