Føroyska landsliðið skal mikukvøldið í næstu viku aftur í europeiska eldin. Tveir av stuðulsspælarunum eru Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen, sum eru partur av superligu hópinum hjá AaB.
Seinastu ferðirnar hevur føroyski leikluturin verið lítið á besta AaB liðnum og harvið hevur dystarvenjingin ikki verið optimal undan landsliðsferðini.
Soleiðis var tað eisini í kvøld, tá ið AaB á heimavølli vann 2-1 á FCN. Súni Olsen var ikki á dómaraseðlinum, og Jón Rói Jacobsen sat alla tíðina á beinkinum.
FCN legði seg framum eftir tíggju minuttir, og eftir ein hálvan tíma javnaði AaB. Málskjútti var Jeppe Curth. Sigursmálið skoraði Rade Prica, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Eftir átta umfør er AaB á 6. plássi við 11 stigum.