Mjúka og lætta troyggjan við A-sniði er bundin úr tvítráðaðum skipstroyggju-tógvi frá Filana, sum er nýtt spinnarí í Klaksvík
Tógv og stokkar:
300 gr tveytráðað skipstroyggjutógv frá Filana.
Stokkar nr. 9.
Ryggur og forstykki:
Ryggur og forstykki eru líka, og bundin við stiklavond (allir stokkar verða bundnir rættir). Bulurin verður ikki bundin úr neðra og upp, sum vit eru von við, men frá síðu til síðu.
Kasta 42 eygu á stokk nr. 9 og bind tveir stokkar aftur og
fram.
*Bind síðani 35 eygu (til 7 eygu eru eftir á stokkinum) og vend, bind hesi 35 eyguni aftur.
Fyri at tað ikki skal gerast eitt sjónligt hol, har tú vendir, kanst tú leggja tráðin um eitt eyga, ið er eftir.
Bind 28 eygu (14 eygu eftir á stokkinum) og vend.
Bind hesi 28 eyguni aftur.
Bind 21 eygu (21 eygu eftir á stokkinum) og vend.
Bind hesi 21 eyguni aftur.
Bind 14 eygu (28 eygu eftir á stokkinum) og vend.
Bind hesi 14 eyguni aftur.
Bind 7 eygu (35 eygu eftir á stokkinum) og vend.
Bind hesi 7 eyguni aftur.
Bind 2 stokkar har øll eyguni (42) verða bundin.*
Endurtak hetta (**) 4 ferðir, tilsamans 5 ferðir.
*Bind 35 eygu (til 7 eygu eru eftir á stokkinum) og vend, bind hesi 35 eyguni aftur
Bind 28 eygu (14 eygu eftir á stokkinum) og vend.
Bind hesi 28 eyguni aftur.
Bind øll eyguni aftur og fram. (2 stokkar)
Bind 21 eygu (21 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 21 eyguni aftur.
Bind øll eyguni aftur og fram.
Bind 14 eygu (28 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 14 eyguni aftur.
Bind øll eyguni aftur og fram.
Bind 7 eygu (35 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 7 eyguni aftur.
Bind 2 stokkar, har øll eyguni (42) verða bundin.
Endurtak hetta (**) 1 ferð, tilsamans 2 ferðir.
Bind síðani aftur sum í byrjanini.
*Bind 35 eygu (7 eygu eftir á stokkinum) og vend, bind hesi 35 eyguni aftur.
Bind 28 eygu (14 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 28 eyguni aftur.
Bind 21 eygu (21 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 21 eyguni aftur.
Bind 14 eygu (28 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 14 eyguni aftur
Bind 7 eygu (35 eygu eftir á stokkinum) og vend. Bind hesi 7 eyguni aftur
Bind 2 stokkar, har øll eyguni (42) verða bundin.*
Endurtak hetta (**) 4 ferðir, tilsamans 5 ferðir.
Læs leyst av:
Bind hitt stykkið á sama hátt.
Ermar
Kasta 20 eygu á ermastokkar nr. 9. Bind 16 stokkar rond, 2 røtt og 2 rangt. Bind síðani slætt, umleið 74 umfør ella so langt ynskiligt er. Men tak 2 eygu uppá fýra ferðir mitt undir ermuni, uml. 15. hvørt umfar.
Avtøka á ermu: læs 6 eygu av mitt undir ermuni og bind síðani restina av ermuni aftur og fram.
Læs 2 eygu av við byrjanina av hvørjum stokki, inntil 6 eygu eru eftir, læs tá restina av.
Tilgerð:
Seyma síðustykkini saman áleið 30 cm upp. Seyma ermarnar í. Seyma 7 cm til akslar hvørju megin hálsin.
Um troyggjan skal vera eitt sindur longri, kastar tú fleiri eygu á (talið skal ganga upp í 7). Um troyggjan ikki samstundis skal gerast breiðari, verða síðustykkini bundin styttri (endurtak til dømis
mynstrið 3 ferðir í staðin fyri 4).