A Kind of B á veg

Nú mánadagin 16. mai kemur Bjarki Meitil til Føroya við bólkinum hjá sær A Kind Of B úr USA. Í løtuni er bólkurin á konsertferð í Italiu, har hann millum annað hevur spælt í Rom og Napoli

Bjarki Meitil møtti hinum limunum í A Kind of B á Berklee College of Music í Boston í USA, har Bjarki sjálvur júst hevur lokið prógv sum B.A. í tónleiki. Hinir limirnir í bólkinum koma úr Italiu og Argentina. Tónleikurin, sum bólkurin spælir, er jazz, funk og rokkur.
Bjarki Meitil er annars best kendur í Føroyum sum trummuspælarin í vælumtókta rokkbólkinum Chase. Nú hevur Bjarki skift trummurnar út við bassin.
Í Føroyum skal A Kind of B millum annað spæla í Rex Culture Club fríggjadagin 20. mai, í Mentanarhúsinum Atlantis leygardagin 21. mai, og í Norðurlandahúsinum leygardagin 28. mai. Harumframt skal bólkurin spæla á skúlum kring landið.
Meiri fæst at vita um A Kind of B á heimasíðuni hjá teimum www.akindofb.tk