Eitt gamalt orðtak er, at ringt er at læra gamlan hund uppi at sita. Vanliga verður tað brúkt um, at tað er torført at læra eldri fólk nýggj ting ella fáa tey at broyta vana.
Tað kann tó trygt staðfestast, at orðtakið ikki hóskar til 90 ára gomlu Petrinu Hansen, ið er ætta av Viðareiði, og býr nú í Klaksvík,.
Í gjár var Petrina nevniliga á vitjan hjá ommudóttrini í Havn, har hon framdi tað bragd fyri einari gamlari kvinnu, at seta seg á hestbak fyri fyrstu ferð í sínum lívi.
Hestar hoyra nærum til familjuna, tí ommudótturin, Jacklin Djurhuus, eigur saman við manninum, Leif Berg, fyritøkuna Berg Hestar í Havn.