Tað eru seks mannfólk og tvey konufólk við í bólkinum, og í allarflestu sangum syngja tey í fýra stemmum.
Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at gera Jesus kendan. Tey syngja gamlar kendar sangir og onkrar nýggjar. Bólkurin hevur einans framført tríggjar ferðir fyrr.
Grace verður fyrsti bólkurin, sum skal framføra á Fjarðafestivalinum. Bólkurin skal syngja áðrenn og eftir setanina av festivalinum.










