Hin fyrsta september í ár tekur Petur Petersen við sum ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, har hann umframt at vera partur í dagliga politiska og fyrisitingarliga arbeiðinum fer at virka innan búskapar- og uttanríkisøkið. Petur Petersen, ið er 50 ár, hevur verið aðalstjóri í Mentamálaráðnum í 11 ár. Áðrenn tað var hann leiðari fyri Føroya Handilsskúla á Kambsdali í 8 ár, umframt at hann eisini hevur havt leiðandi støv í vinnulívinum.
Petur Petersen er útbúgvin B.Sc. í búskapi og fyrisiting og M.Sc. í leiðslu. Harumframt hevur hann luttikið í einari røð av eftirútbúgvingum og skeiðum.