Útnorður
Aftur og aftur verða ráðstevnur hildnar um áhugaverd og týðandi mál og viðurskifti, og summar av hesum eru framhald av øðrum ráðstevnum, sum hava verið frammanundan.
Nógv verður sagt, og orðini kunnu fella væl í oyruni. Tá ið dagur er lokin, verður farið til hús ? og í fleiri førum hevur tú fingið okkurt at vita, sum tú ikki visti áður.
Herfyri vóru norðurlendskir fiskimálaráðharrar og embætisfólk úr Kanada og ES á fundi í Føroyum, og nú mikudagin og hósdagin hevur útnorðurráðið eisini havt sína 9. temaráðstevnu í Føroyum um fiskivinnupolitiskt samstarv í útnorði.
Aftur hesaferð vitja eitt nú fiskimálaráðharrarnir úr Íslandi og Grønlandi, ES-umboð og fólk úr Noregi.
Vanliga er semja eftir slíkar fundir og ráðstevnur um, at hesar eru áhugaverdar og gevandi, men tá ið tú hevur fylgt fleiri ráðstevnum, hevur tú hug at spyrja, hvørji ítøkilig úrslit nú einaferð spurdust burtur úr.
Aðalorðaskifti
Á útnorðurráðstevnuni fyrrapartin hósdagin skuldu fiskimálaráðharrarnir í Føroyum, Íslandi og Grønlandi siga sína hugsan um, hvussu teir halda, at londini í útnorði kunnu samstarva á fiskivinnupolitiska økinum mótvegis ES.
Í røðu síni segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, seg fara at skjóta upp, at Føroya løgting fer at hava aðalorðaskifti um, hvussu Føroyar kunnu verða við í einum tættari samstarvi á fiskivinnupolitiska økinum í útnorði.
Íslendski fiskimálaráðharrin, Árni M. Mathiesen, segði seg eisini vilja taka henda spurningin upp í Altinginum, og væntandi tók grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Rasmus Fredriksen, undir við starvsbrøðrum sínum í útnorði.
Endamálið við útnorðurráðstevnuni er at samansjóða tey mál, sum londini kunnu standa saman um mótvegis umheiminum ? og ikki minst mótvegis ES á fiskivinnupolitiska økinum.
Pallborðsorðaskifti
Klokkan 13.15 í gjár varð lagt upp til pallborðsorðaskifti um fiskivinnupolitiskar spurningar í útnorði.
Luttakararnir við pallborðið vóru Egil Olsen, sum var orðstýrari, Anders Brøns, stjóri og ein av eigarunum av Polar Seafood, Jonathan Motzfeldt, grønlendskur landstingsmaður, Hendrik Old, formaður í vinnunevnd løgtingsins, Røgnvaldur Hannesson, fiskivinnuøkonomur og professari við norska handilsháskúlan og Kristján Tórarinsson, formaður í íslendska reiðarafelagnum.