Orðaskiftið um føroyskan málpolitikk verður í løgtinginum í dag, tá álitið »Málmørk«, sum Málstevnunevndin handaði í desember 2007, kemur til viðgerðar.
Endamálið er at geva tingfólki høvi til at umrøða ein føroyskan, almennan málpolitikk.
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, er fegin um, at álitið loksins fær ta politisku viðgerð, sum er neyðug fyri, at vit sum tjóð seta okkum nøkur greið mál fyri okkara týdningarmikla mentanarbera, føroyska málinum.
- Málið er fyritreyt fyri øllum samskifti, málið er okkara samleiki. Málsligur førleiki at lurta, tala, lesa og skriva er grundarlag undir øllum samfelagsligum virksemi, fólkaræði og allari samveru manna millum. Samstundis er vantandi málførleiki mangan orsøk til, at omanfyrinevndu viðurskifti ikki virka, sum tey skulu, sigur Helena Dam á Neystabø.
»Málmørk« fevnir um 76 tilmæli til myndugleikarnar.
Í málstevnunevndini sótu:
Árni Dahl, formaður
John Dalsgarð, skrivari
Ann Ellefsen
Hanna Jensen
Sólvá Jónsdóttir
Jonhard Mikkelsen
Katrin Næs
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Eivind Weyhe