Orsøkin er vandin fyri at spjaða coronasmittu millum sjúk fólk og eldri borgarar kring landið. Eisini er stórur vandi fyri, at heilsuverkið, heimatænastur og røktarheim kring landið verða løgd lamin, um smitta verður spreidd út, har nógvir sjúkrarøktarfrøðingar eru savnaðir, skrivar felagið á heimasíðuni.
– Felagið hevur ikki ásett nýggja tíð, nær aðalfundurin verður hildin, men vit fylgja við støðuni og taka avgerð út frá, hvussu smittugongdin í Føroyum verður, skrivar felagið.