Aðalfundur í Oljutinginum við fyrilestri »DONG á djúpum vatni

Tíðindaskriv

Á aðalfundinum hjá Oljutinginum heldur Jan Terje Edvardsen, Senior Vice President, Exploration hjá DONG fyrilestur um um teirra strategi og vánir til Atlantsmótið.
Aðalfundurin verður mikukvøldið 2. juni 2004 kl. 19.00 á Hotel Føroyum.
DONG (Dansk Olie og Naturgas) er danskt oljufelag, ið hevur verið við í øllum loyvum, sum eru latin í donskum øki síðan 1984. Seinastu árini hevur DONG víðkað um oljuleitingarvirksemi sítt til at fevna um alt Norðsjóvarøkið, umframt Føroyar og Grønland. DONG hevur stórt virksemi á Atlantsmótinum, bæði í bretska og føroyska økinum.
Leggjast kann afturat at DONG, sum eisini er størsti veitari av natúrgassi til danska marknaðin hevur seinni árini lagt seg eftir at vera veitari av orku í breiðum týdningi. Tí hevur DONG keypt seg inn í el-feløg og hevur keypt og bygt vindmyllur bæði í Danmark og Bretlandi. Felagið hevði í 2003 ein umsetning á 14 mia. kr. og ein eginpening á 17 mia. kr. Í felagnum arbeiða eini 1200 fólk. Danska stjórnin hevur kunngjørt, at hon hevur í umbúnað at einskilja DONG.
? Oljutingið hevur til endamáls - sum ein tvørfakligur felagsskapur fyri fólk, ið starvast í oljuvinnuni, ella sum hava áhuga fyri oljuvinnu - at geva limum sínum høvi til at kunna seg um oljuvinnu og tað virksemi, ið er knýtt at henni. Hetta verður gjørt við at skipa fyri fundum, fyrilestrum og øðrum hóskandi tiltøkum limanna millum og fyri almenninginum, sigur nevndin í Oljutinginum.