Aðalfundur í Fiskavirking útsettur – snøklar mangla

Richard Mortensen, nevndarformaður og Meinhard Jacobsen, stjóri í Fiskavirking siga, at tað eru bert snøklar, sum mangla at fáa uppá pláss til aðalfundin, sum helst verður í komandi viku.

Aðalfundurin, sum skuldi vera í Fiskavirking síðst í farnu viku, varð útsettur. Stjórin í Fiskavirking, Meinhard Jacobsen sigur, at tað eru bert snøklar, ið mangla at fáa uppá pláss. –Tað eru smáting, sum skulu fáast uppá pláss aftrat, og eg rokni við, at aðalfundurin verður í næstum. Hann roknar tó neyvan við, at tað verður í vikuni, sum kemur. Richard Mortensen, nevndarformaður, sum Sosialurin hitti á Vestaru Bryggju leygarmorgunin, tá Falkur og Heykur komu til kei eftir samanstoyt á fiskileið, er fámæltur. Hann váttar tó, at talan er um at fáa snøklar uppá pláss. –Vit eru um at hava eina loysn á trupulleikunum, sum hava rakt felagið, klárað. sigur hann.