Tó at eingi føroysk hagtøl eru fyri, hvussu ofta hjartastartari er nýttur, og vit tess vegna heldur ikki vita, hvussu ofta lív eru bjargað, metir Reyði Krossur, at alneyðugt er at vísa á týdningin, at øll vita, hvar hjartastartari er, og eisini hvussu hesir verða nýttir.
Fyrsta og týdningarmesta hjálpin er, at vit øll duga at veita fyrstuhjálp. Vit eiga eisini at minnast at ringja 1-1-2 og at læra okkum at nýta hjartastartara.
Á Torginum í SMS verður høvið at royna Hjarta-Lungna-Bjarging og “venjara-hjartastartara”. Høvið verður samstundis at spyrja og práta við fakfólk um rætta nýtslu.
Kl. 12: Vælkomin
Kl. 13: Framløga
Kl. 14: Framløga
Kl. 15: Framløga
Kl. 16: Takk fyri í dag
Børnini sleppa sjálvsagt eisini at royna at trýsta á bringuna á HLB-dukkunum. Til børnini verða eisini borð sett fram at tekna og hugna sær.
Hevur onkur tikið egna bamsu og/ella dukku við, kunnu vit eisini spæla at ”finna hjartað” og seta hjarta-klistrimerki á bamsu/dukku, sigur Jákup av Skarði, samskipari í fyrstuhjálp.