Lena er næstelst í einum systkinnaflokki av 7. Elstur var Jósef, síðan Lena, Anna Katrina, Lisa, Rasmus, Diana og Kristoffer.
Lena giftist vestur til Sørvágs við Hans í Beiti, sum andaðist í 2000. Tey ættleiddu sonin Ólav.
Lena hevur frá tí legurnar byrjaðu í Vatnsoyrum í 1967, verið álit í køkinum í Zarepta. Á hvørjum ári hevur hon verið í Zarepta ein stóran part av summarinum. Tá umvælingararbeiði og nýbygging hevur verið í vetrarhálvuni, hevur Lena eisini verið og gjørt mat til arbeiðsfólkið. Eisini seinnu árini, tá samkomurnar byrjaðu at hava legur í vetrarhálvárinum, hevur Lena altíð verið klár at hjálpa til. Hans í Beiti, maður Lenu var henni ein dyggur stuðul í arbeiðinum, og minnast vit hann við takksemi.
Lena hevur hildið trúfast fram í arbeiðinum í Zarepta, til hon fyri fáum árum síðan ikki orkaði meira. Legurnar hava ligið henni tungt á hjarta og er Lena kend av mongum sum omman í Zarepta.
Hóast Lena nú er illa gongd, vitjar hon framvegis av og á í Zarepta.
Vit takka Lenu fyri ótroyttiliga trúskap hennara í arbeiðinum í Zarepta og heilsa henni á 90 ára degnum við tveimum ørindum úr sanginum, Vit ferðast heim, ið Brynleif Hansen týddi og sum hevur verið nógv sungin í Zarepta:
Vit ferðast heim at møta teim,
sum synd og sorg ei kenna,
tí leiðin ber, har Jesus er,
har tár ei meiri renna.
Og skjótt vit ná um lívsins á,
har Jesus okkum fagnar.
Tá lokin er vár pílgrímsferð,
og stríðið harða tagnar.
Niðurlag:
:,: Vit ferðast heim, vit ferðast heim til Jesus. :,:
Hjartaliga tillukku!
Zareptavinir.