Í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest, er ákæra reist ímóti 98 ára gamla Laszlo Csizsik-Csatary, sum er undir illgruna fyri at hava staðið aftan fyri krígsbrotsverk undir seinna heimsbardaga, bæði píning og morð.
Csizsik-Csatary var politiovasti í Ungarn undir krígnum og verður lagdur undir at hava skipað fyri tvangsflytning av yvir 15.000 jødum til Auschwitz-týningarleguna.
Hann hevur sitið í húsavarðhaldi síðani í juli í fjør, tá tað eydnaðist Simon Wiesenthal-stovninum at finna fram til hansara í Ungarn, har hann eftir øllum at døma hevur livað í friði og náðum í minst 15 ár.
Beint eftir kríggið flýddi Laszlo Csizsik-Csatary upprunaliga til Kanada, og í 1948 var hann dømdur til deyða í síni fráveru.









