11. novembur 1918 endaði fyrri veraldarbardagi. Tað var klokkan fimm um morgunin 11. novembur 1918, at vápnahvílan millum teir sameindu og Týskland bleiv undirskrivað í Compiègne í norður-Frankaríki.
Seks tímar seinni, klokkan 11, steðgaðu bardagarnir. 20 milliónir fólk lótu lív hesi fýra árini. Líka nógv vóru løstað. Hermótini vóru nærum ikki flutt hesi fýra árini, kríggið herjaði á.
Dreymsólan er vorðin ímyndin av endanum av fyrra veraldarbardaga um stóran part av heiminum. Tað er serliga í Onglandi, at tey eru farin undir at nýta dreymasóljuna.
Orsøkin er, at dreymasóljufræ kunnu liggja í jørðini í áravís í dvala. Tá eingirnar blivu rivnar upp av hermonnunum undir fyrra veraldarbardaga, komu túsundtals fræ upp í sólarljósið, so at blóðreyðu blómurnar blómaðu sum ongantíð fyrr.
Mett verður, at eingin er longur á lívi, sum stríddist á vígvøllinum frá 1914 til 1918. Seinasti týski hermaðurin, Erich Kastner, doyði í 2008, 107 ára gamal. Sama ár doyði eisini seinasti franski hermaðurin, Lazare Ponticelli, 110 ára gamal.
Seinasti enski hermaðurin, Claude Choules, og seinasti amerikanski, Frank Buckles doyðu báðir í 2011, 110 ára gamlir.










