96 bøtur fyri at tosa í fartelefon

Í januar hava Ráðið fyri Ferðslutrygd og løgreglan gjørt átak "móti gáloysni", sum tiltakið verður rópt, og hetta tiltak heldur eisini fram í februar.

Løgreglan upplýsir í tíðindaskrivi í morgun, at tey hava lagt seg eftir at skriva fólk, ið brúka handhildna fartelefon undir koyring.

- Skrivaðar eru 96 bøtur um brúk av handhildnari fartelefon undir koyring, sigur løgreglan í tíðindaskrivinum.