92,6 milliónir meiri í kommunuskatti

Miðalvøksturin í kommunuskattinum í øllum kommununum var 5,46 prosent

At 2015 var eyðkent av stórum virksemi, nógvum arbeiði og støðugt minkandi arbeiðsloysi sást aftur í skattinum, sum rann inn í kommunukassarnar.

 

Samlaði kommunuskatturin í 2015 var 92.596.791 krónur hægri, enn hann var árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur upp á 6,15 prosent. Vøksturin í landsskattinum var 8,52 prosent. At lutfalsligi vøksturin í kommunuskattinum var minni, enn hann var í landsskattinum kemst av, at skattastigin hjá landinum er progressivur ella hevur fleiri skattatrin og harvið, at hægri inntøkur bera við sær lutfalsliga hægri skatt, meðan kommunuskattastigin er proportionalur. Tað vil siga, at kommunuskatturin er lutfalsliga tann sami uttan mun til, hvussu stór inntøkan er.

 

Tað hevur eisini ávirkað samlaðu inntøkuna í kommunuskattinum, at onkrar kommunur høvdu lægri skattaprosent í 2015, enn tær høvdu í 2014. Eingin kommuna hevði hægri skattaprosent í fjør enn í fyrraárið.

 

Samlaði kommunuskatturin var í fjør 1.598.466.533 krónur. Í fyrraárið var hann 1.505.869.742 krónur.

Samlaði kirkjuskatturin var í fjør 45.507.863 krónur. Lutfalsligi vøksturin var 5,11 prosent, sum svarar til 2.212.495 krónur.