Hin 18. oktober í ár fylti Jákup Michael Mikkelsen á Toftum 92 ár, og er hann næst elsti maður í Nes kommunu. Hóast høga aldurin, er Jákup Michael væl fyri og er bæði rættur, birgur og klárur sum rennandi vatn.
Hann er ein av teimum, sum trúliga vitja í Undirhúsinum á Toftum, og hann syngur eisini við vælljómandi kórinum í Undirhúsinum.
- Jú, eg haldi, at eg eri væl fyri, og eg føli meg væl, men tað er altíð okkurt smábrek, tá aldurin er so høgur.
Jákup Michael Mikkelsen hevur í nógv ár verið fúsur á vali, tá val er. Sum sjómaður í eini fimmti ár hevur tað tó ikki altíð eydnast honum at vera heima á valdegnum.
- Men, síðan eg legðist uppi, havi eg verið á vali, tá høvi hevur verið til tess. Tað er serliga løgtingsvalið, sum hevur mín áhuga, men eg fari eisini fúsur á kommunuval. Hinvegin eri eg ikki so áhugaður í fólkatingsvalinum.
Jákup Michael Mikkelsen sigur, at sjálvandi er áhugi fyri kommununi, tú býrt í og er partur av.
- Men, eg haldi, at tú slappar meira av, sum árini ganga, og tú verður ikki so upptikin av tí, sum hendir ella ikki hendir. Og tó; sjálvandi ynskja vit øll, at okkara kommunu og fólki gongst væl, og eg ætli mær eisini á kommunuval í morgin.
Longu sum 14 ára gamal fór Jákup Michael Mikkelsen til skips við sluppini, Elsu, sum Hans í Norði førdi.
Á túrinum hevði hann eina tvey-manskoyggju saman við einum øðrum av manningini. Teir vóru á hvør sínari vakt, men tað vóru eisini løtur og dagar á túrinum, at teir báðir høvdu frí samstundis.
- Vit vóru staddir í Grønlandi, tá seinni heimsbardagi brast á í 1939, og hetta var um tað mundið, tá flaggstríðið kom í hæddina. Sum ungur kundi tú ikki vera annað enn sjálvstýrissinnaður, og tað havi eg altíð verið.
Jákup Michael Mikkelsen heldur tó ikki, at kommunuvalið eigur at vera politiskt, og í Nes kommunu er heldur ikki politisk uppstilling.










