Talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.642 í august ið er 92 fólk færri enn í juli mánaða. Arbeiðsloysið var 6,0 prosent í august, 0,4 prosent stig minni enn í juli mánað.
Um hædd verður tikin fyri árstíðarbundnum broytingum, so vísir árstíðarjavnaða arbeiðsloysisprosentið 6,4 í august, og tað er 0,2 prosent minni enn í juli.
Í august vóru 747 fulltíðararbeiðsleys mannfólk og 895 fulltíðararbeiðsleys konufólk.
Arbeiðsloysið í august var størri enn fyri einum árið síðan. Í august vóru 242 fleiri fulltíðararbeiðsleys enn tað vóru í september í fjør. Hinvegin er arbeiðsloysið nú munandi minni enn tað var í februar (sí strikumynd). Stóri vøksturin ið var í arbeiðsloysinum frá november mánað í fjør, hvørs størsta orsøk helst var húsagangurin hjá Fiskavirking, var í hæddini í februar. Síðani tá er arbeiðsloysið minkað við 523 fulltíðararbeiðsleysum.
Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, er talið av fulltíðararbeiðsleysum minka við 377 mannfólkum og 146 konufólkum, samanlagt 523, sigur Hagstovan á heimasíðu síni.