91 ára gomul gekk 10 kilometrar á Royal Run

Næstelsti luttakarin á Royal Run í Klaksvík í dag var Rigmor Andreasen av Argjum. Hon er 91 ára gomul og nýtti 1 tíma og 58 minuttir at ganga teir 10 kilometrarnar

Rigmor Andreasen er væl fyri. Hon gekk túrin saman við dótturini og tveimum ommudøtrum.

Leggjast kann afturat, at tá ið Rigmor Andreasen fylti 87 ár, varð dagurin hildin við at hon og ein stórur partur av familjuni gingu niðan á Slættaratind.

##med2##
##med3##

Elsti luttakarin á Royal Run var 93 ára gomlu Petrina Hansen úr Klaksvík. Hon valdi at ganga eina míl, og tað gekk hon uppá 22 minuttir og 45 sekund.

Krúnprinsurin heilsaði uppá Rigmor Andreasen og Petrinu Hansen, og tær fingu klemm frá honum.

##med4##