90 ára føðingardagur í Mentanarhúsinum

Tíðindaskriv

Á Varmakeldu heldur Fuglafjarða kommuna 90 ár føðingardag. Í hesum sambandið skipar kommunan í samstarvi við Mentanarhúsið fyri góðum morgunmati leygarmorgunin frá kl. 10-12 fyri borgarum í kommununi. Undir borðhaldinum spælir Jógvan á Lakjuni hugnaligan klavertónleik og hornorkestrið fer eisini at spæla eina løtu fyri gestunum.

Varmakeldan í Mentanarhúsinum byrjar tó fríggjadagin kl. 19 við café. Klokkan 19 fer trompetúrmælingurin Rúni Hentze at spæla, og klokkan 21 trína Helgi Midjord og Niels Midjord á pallin við góðum løgum. Klokkan 23 verður dansur við feita rockorkestrinum Eager to Please og DJ Lena undirheldur í pausunum. Hetta kvøldið er einki aldursmark.

Klokkan 16-23 leygardagin heldur hugnin fram við føðingardagscafé í Mentanarhúsinum. Klokkan 16 skipar ÍF fyri barnatiltaki í niðara sali har vælumtókti gyklarin Asbjørn undirheldur børnunum. Kl. 19 undirheldur Óli Johannesen á harmoniku í caféini.

Fjølbroytta skráin heldur áfram, tá singer/songwriter Petur Háberg, eisini kendur sum Bet You are William, fer at spæla fyri Varmakeldugestum kl. 20, meðan dramatiski lygnarin Budam fer at undirhalda kl. 21. Vælumtókti Finnur Jensen fer at enda caféina við einum brakið kl. 22. Eager to Please spæla til dans aftur leygarkvøldið við dansivinaligum rocki, og DJ Sleize heldur dansarunum heitum í pausunum. Hetta kvøldið er 18 ára aldursmark.

Sunnudagin er Fólkafundur á torginum við Mentanarhúsið kl. 14.30. Í ár er røðarin Sonja Jógvansdóttir. Aftaná letur caféin í Mentanarhúsinum upp, og hendan dagin sleppa ungir eysturoyingar at prógva teirra talent. Ársins songrødd Anna Nygaard av Glyvrum er fyrst á pallinum kl. 16 og aftaná hana syngur lokala Durita Mohr Jacobsen, sum eisini luttók í kappingini. Kl. 18 spælir Bárður á Lakjuni saman við øðrum góðum kreftum.

Varmakeldan endar í Mentanarhúsinum við eini konsert, sum ÍF skipar fyri. Tað er navnframi Hans Hjalti Skaale, sum fer at spæla kl. 20. Vit gleða okkum at síggja nógvar glaðar Varmakeldugestir í Mentanarhúsinum hetta vikuskiftið!