90.000 fólk vilja síggja San Marino

Wembley er útselt til dystin millum Ongland og San Marino fríggjakvøld. Seinast Ongland spældi á Wembley vóru bara 68.000 áskoðarar.

 

Mangan eru Føroyar bólkaðar við aðrar smátjóðir sum San Marino. Mitt í 1990inum vunnu vit eisini 3-0 og 3-1 á San Marino í ávíkavist Føroyum og San Marino. Lítla tjóðin, sum liggur mitt í Italia, er til HM 2014 undankappingina komin í bólk við Ongland.

 

Í Onglandi er stórur áhugi at síggja San Marino og Ongland bresta saman á Wembley. Um tað er møguligi stórsigurin, ið hevur fingið áhugan hjá onglendingum upp í topp skal verða ósagt. Hinvegin hevur enska fótbóltssambandið sett prísin niður á atgongumerkjunum, skrivar Dailymail.

 

Seinast Ongland spældi á Webmley var móti Ukraina. Tá vóru áleið 68.000 áskoðarar til dystin. Venjarin hjá San Marino, Giampaolo Mazza, vónar at tað verða áleið 2.000 áskoðarar, sum fara at heppa á hansara lið. Tíverri koma bara áleið 100 við leiguflogfari úr San Marino veit bretska blaðið at siga.