9 veddingarfyritøkur: Føroyar hava ongan møguleika

Níggju altjóða veddingarfyritøkur halda, at Føroyar hava gott og væl ongan møguleika ímóti Danmark

Tað hevur ikki skakað veddingarfyritøkurnar, at føroyska manslandsliðið í hondbólti hevur skakað evropeiskan hondbólt við at spæla javnleik 24-24 ímóti Montenegro á útivølli í EM-undankappingini.

 

Níggju veddingarfyritøkur hava sett odds uppá "heimadystin" hjá Føroyum í Skjern ímóti Danmark, og onkur av teimum tekur tað fyri so givið, at Danmark vinnur dystin, at tey sýta at geva odds uppá útisigur til Danmark. Hinar veddingarfyritøkurnar geva millum 1,01 og 1,02 í odds uppá danskan útisigur.

 

Oddsini uppá føroyskan heimasigur eru høg, men tey sveiggja nógv. Tað lægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 13 og tað hægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 39. Gjøgnumsnitsoddsið uppá føroyskan sigur er 22.

 

Dysturin millum Føroyar og Danmark byrjar klokkan 15.10, og Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið hoyrist á www.midlar.fo, FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna.

 

Her eru oddsini:

 

VEDDINGARFYRITØKUR1X2
10Bet  23.50 31.251.01
1xBet  39.00 41.00 1.01
bet-at-home 13.0022.00 ----------
bet365  35.00 50.00 ----------
Betclic  16.00 30.00 1.02
Betfair  13.00 23.001.01
Betsafe 17.50 27.00 1.02
Betsson 17.50 27.00 1.02
ComeOn  23.50 31.251.01
GJØGNUMSNITSODDS22.0031.391.01