9 sjúkraflutningstúrar til Suðuroynna higartil

Tyrlan hevur verið boðsend til Suðuroyar níggju ferðir. Vanliga hevur tyrlan um 60 slíkar túrar um árið.

Bjargingartyrlan varð tíðliga sunnumorgunin boðsend til Suðuroyar eftir eini barnakonu, ið varð førd á Landsjúkrahúsið.

 

Hetta var níggjunda ferð, at bjargingartyrlan er boðsend til Suðuroyar higartil í ár.  Umframt túrarnar til Suðuroynna, hava boð verið eftir tyluni aðrastaðni fýra ferðir í ár.

 

Umleið 60 ferðir um árið eru bráðfeingisboð eftir bjargingartyrluni, sum er mannað alt samdøgrið, klár og útgjørd at fara sjúkraflutningstúrar, umframt bjargingartúrar til havs og í fjøllunum.  Manningin á tyrluni hevur eisini regluligar venjingar eina til tvær ferðir um vikuna.

 

Í meðal er tyrlan á flogi innan 20 minnuttir, eftir at boðini eru komin.