89 vilja sleppa fyrr heim, 31 vilja ikki

Ætlanin var, at døgurðatímin millum 12 og 13 skuldi broytast til ein matarsteðg frá mánadegnum at rokna, men enn eru ikki allar súður syftar. Arbeiðskvinnufelagið hevur givið »grønt« ljós fyri hesum, men arbeiðsmannafelagið hevur ikki tikið støðu.

 

FISKIVINNA

Vilmund Jacobsen


Á flakavirkinum Kósini í Klaksvík hevur ein ávís togan tikið seg upp um døgurðatíman.

Skipanin er hon, at tá ið klokkan slær 12, fer arbeiðsfólkið heim til døgurða. Hetta merkir, at vanligi arbeiðsdagurin varar til kl. 17. Á fleiri virkjum er skipanin hon, at arbeiðsfólkið hevur ein matarsteðg uppá ein hálvan tíma á døgurða. Sambært sáttmálanum er døgurðatímin frá kl. 12 og 13, men verður arbeitt hendan tíman, fært tú dupulta løn. Tað merkir, at hevur tú ístaðin ein matarsteðg uppá ein hálvan tíma, fært tú løn fyri ein heilan tíma og kanst fara til hús kl. 16 við átta tímum í skjáttuni.

Stórur meiriluti fyri

Slíkar broytingar krevja í fyrsta lagi, at arbeiðsfólkið vil hava tær og í øðrum lagi, at arbeiðarafeløgini geva sítt samtykki. Men á Kósini er ikki full semja um hesa ætlaðu broyting, hóast meirilutin fyri henni er stórur. Tey, sum vilja hava matarsteðg og harvið sleppa heim ein tíma fyrr, heittu á leiðsluna á virkinum um at fremja hesa broyting. Leiðslan játtaði, um meiriluti var fyri. Fyrr í heyst atkvøddi so arbeiðsfólkið um hesa broyting, og úrslitið var, at stórur meiriluti var fyri at hava matarsteðg heldur enn døgurðatíma; 89 atkvøddu fyri og 31 ímóti. Nakrar fáar atkvøður vóru blankar. Sum skilst, hava arbeiðsgevarar av og á róð uppundir at avtaka døgurðatíman, men hetta vilja feløgini ikki hoyra talan um, tí hetta er ein dýrur tími. Hinvegin plaga feløgini ikki at blanda seg uppí, um fólk fara heim til døgurða, ella um tey hava ein matarsteðg uppá hálvan tíma og fáa løn fyri heilan tíma. Kortini skulu feløgini góðtaka eina slíka avgerð, áðrenn hon verður sett í verk.

Arbeiðsmannafelagiðdrálar

Nevndirnar í arbeiðsmannafelagnum og arbeiðskvinnufelagnum í Klaksvík hava havt málið til viðgerðar, og tað stóð ikki á hjá arbeiðskvinnufelagnum at geva ætlaðu broytingini »grønt« ljós, tí meirilutin á Kósini er so stórur.

Men felagið hjá monnunum er eftir øllum at døma ikki so sannført um hesa broyting, tí nevndin segði seg ikki kunna taka støðu.

Ætlanin var annars, at broytingin skuldi koma í gildi síðsta mánadag, men fríggjadagin kunnaði leiðslan á Kósini arbeiðsfólkið um, at tey bíðaðu eftir avgerðini hjá arbeiðsmannafelagnum, tí »svarið«, tey høvdu fingið, kundu tey ikki brúka til nakað.

Tey, sum eru fyri matarsteðginum heldur enn døgurðatímanum, undrast yvir svarið hjá arbeiðsmannafelagnum, sum hvørki var eitt »ja« ella »nei«. Tey siga, at nógvir menn eru millum tey 89, sum taka undir við broytingini, sum merkir, at vanligi arbeiðsdagurin er liðugur kl. 16. Hini 31 vilja, sum higartil, heldur sleppa heim til døgurða og arbeiða til kl. 17.

Ógreiða um tíman

Skipanin við matarsteðgi í døgurðatímanum er annars hon, at verður t.d. arbeitt til kl. 16, verður tímin millum 16 og 17 ein yvirtími.

Á Kósini vita tey ikki, hvussu málið nú fer at tørna út, men tey, sum eru fyri matarsteðginum, undrast yvir, at ein so stórur meiriluti ikki verður hoyrdur.

Eitt er so greitt; tað ber ikki til, at nøkur fara heim til døgurða og onnur ikki.