Seinasta uppgerðin hjá Eyðfinn Magnussen vísir, at nú eru 8.823 harur skotnar síðani harutíðin byrjaði. Harumenn hava verið á 1.002 túrum. Hetta skrivar Vágaportalurin í dag.
Tað er framvegis í Vestmanna, at flest harur verða skotnar. Á topp fimm listanum yvir bestu hagar, eru tríggir hagar úr Vestmanna, meðan hinir báðir eru í Sørvági og í Tjørnuvík.
Eyðsæð er at haran trívist væl í Norðstreymoy, tí av átta teimum bestu haruhagunum eru seks í Norðstreymoy, fýra í Vestmanna, ein í Kvívík og ein í Tjørnuvík. Hinir báðir hagarnir eru í Vágunum, ein í Miðvági, hin í Sørvági.