83 deyð av kulda í Ukraina

Í minsta lagi 83 fólk eru deyð í einari kuldabylgju í Ukraina, og sambært einum talsmanni hjá heilsumálaráðnum í Kiev eru meiri enn helmingurin deyð ta seinastu vikuna. Talsmaðurin veit eisini at siga, at tey flestu vórðu funnin uttandura, men at 15 doyðu av kulda heima við hús.

Tað hevur verið rættiliga kalt í stórum pørtum av Ukraina ta seinastu tíðina, og teir seinastu dagarnar hevur tað fryst meiri enn 20 stig.

Tað er eisini kalt nógvastaðni í Russlandi. Í Altaj-landspartinum har suðuri í Sibir hevur tað ikki verið so kalt ta seinastu øldina sum nú, og í Moskva hevur elnýtslan sett met.