- Tiltakið hevur fingið sera góða og jaliga móttøku og eru nógv, ið seta sær hetta vikuskiftið av, til at uppliva og njóta Suðuroynna, sigur ein av fyrireikarunum, Finn Johannesen.
Tiltakið byrjar fríggjadag seinnapart, tá ið gingið og runnið verður úr Sandvík til Trongisvágs.
Fríggjakvøldið verður Aftankvirra í Vágskirkju kl. 21.30 har Martin Joensen fer at syngja og spæla, og har Kirkjuráðið bjóðar til ein kaffimunn aftaná.
Leygardagin eru tveir teinar á skránni, tá ið Trongisvág – Hov, og Hov – Vágur skulu leggjast afturum. Umframt tað, verður ein serlig renni-shop opin, har nýggj renniklæðir kunnu síggjast, roynast og keypast.
Um kvøldið er hugnaløta á skránni, har ið felagssangur, skemt, myndir og annað er á skránni.
Seinasti teinurin verður runnin og gingin úr Vági til Sumbiar, og verður hetta fyrrapartin sunnudagin. Seinni um dagin er so ætlanin at gera ein busstúr, har høvi verður at síggja ein part av oynni.
Tað eru gott 80 tilmeldað longu nú, og er opið fyri tilmeldingum til í dag kl. 18.