Í 80 ár eru kvinnur rýmdar av landinum

Einasti munurin er, at nú hava politikarnir, og vit sum samfelag, latið eyguni upp fyri tí. Hetta kom fram á kjakfundinum í Miðlahúsinum í kvøld, har umleið 100 fólk tóku lut Føroyar í sínum konservativa líki er orsøkin til, at kvinnur kenna seg skerdar í samfelagnum og leita sær aðrar vegir. Hetta sigur Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í javnstøðunevndini.

Á kjakfundinum vísti Kristianna Winther Poulsen á, at tað føroyska samfelagið er so mikið konservativt, at tað beinleiðis styggir føroysku kvinnurnar frá at leita sær heim aftur til Føroya. Í hesum sambandi nevndi hon eisini, at ein verður sæddur sum ónormalur, um ein er stakur ella samkyndur.

Í kanningini, sum Norðuratlansbólkurin hevur gjørt, framgongur tað, at 76 prosent av føroyingunum, búsitandi í Danmark, høvdu atkvøtt fyri skrásettum parlag í Føroyum.

Í viðmerking til hetta segði Sjúrður Skaale, stigtakari til kanningina, at teir minst konservativu føroyingarnir leita sær til Danmarkar, og hetta kann verða ein stór orsøk til, at Føroyar framhaldandi varðveita sítt konservativa líki og harvið styggja kvinnurnar burtur.

Kanningini staðfestir eisini, at meirlutin av teimum spurdu halda, at fakligu avbjóðingarnar og umhvørvið er ein av orsøkunum til, at tey ikki flyta heim aftur til Føroya.

Í hesum sambandi greiddi Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis frá, at hann ikki helt hetta verða ein trupulleika í føroyska samfelagnum. Møguleiki er fyri at starvast í Føroyum og framvegis hava tilknýti til fyritøkur uttanlands, og tískil er tað mest sum ein hugburður, at fakliga umhvørvið og avbjóðingarnar vanta í Føroyum.

Meira um hetta verður í Sosialinum í morgin.