Átakið, sum evropeiska løgreglusamstarvið Europol og italska løgreglan skipaðu fyri, er tað størsta felags evropeiska átakið higartil ímóti mannasmugling.
Endamálið við átakinum var at gera enda á bólkum og felagsskapum, sum hava lagt seg eftir at smugla eysturevropeiskar kvinnur vesturum, har tær enda í skøkjuhúsum í ymsum londum.
Meiri enn túsund løgreglumenn vóru við í átakinum í Italia, Eysturríki, Spania, Portugal, Russlandi, Ukraina og í Hvítarusslandi.
Ein talsmaður hjá Europol sigur, at løgreglan legði seg eftir at fáa fatur á teimum, sum skipa fyri smuglingini, og sum vinna nógvan pening burtur úr at smugla kvinnur til tey vesturevropeisku skøkjuhúsini.
Í einum tilsvarandi átaki fyri fimm mánaðum síðani vórðu umleið hundrað fólk tikin. Fleiri teirra vóru limir í mafiuni í Italia og Albania.