80 km/tíman er mest loyvda ferð í Føroyum

Í morgunsendingini í útvarpinum var tosa um ferðina á vegunum í Føroyum. Tað kundi ljóðað sum, at tú SKULDI koyra 80 km/t har tað var loyvt, og at um tú ikki gjørdi tað, so koyrdi tú ov seint og tarnaði ferðsluni, og av tí sama vart tú orsøk til svakar yvirhálingar og vandamiklar situatiónir...

“Rasarin” heldur, at hann eigur vegin og eigur at sleppa at koyra sum hann vil. Merkiligt nokk, sigur “snigilin” akkurát tað sama, heldur uppá sítt og koyrir mitt á vegnum. “Eg havi eisini goldið mín vegskatt”, hugsar hann. Og mín sann um tað ikki eisini eru nøkur djór, seyður, harur og fuglar, sum vilja halda uppá, at vegurin er teirra.

 

Spurningurin er so, hvussu fáa vit hesi tingini at hanga saman? Tí vegin eiga vit øll, bæði fólk og djór. Fólk, tí tey vilja koma úr einum stað í annað, og djórini, tí vegurin liggur í náttúruni, har tey ferðast.

 

Tað er bert eitt at gera, nevniliga at koyra eftir umstøðunum og minnast til, at 80 km/t er mest loyvda ferð í Føroyum. Tíbetur gera tey flestu tað, tey koyra hampuliga, laga seg eftir hinum, so vit koma fram í øllum góðum.

 

Tú kanst bert koyra 80 km/t ella meira, tá ongin er á vegnum fyri framman, tá tað er ljóst, tá útsýnið er frítt til allar síður og onki djór er í nánd, og vegurin er turrur. So einkult er tað. Allarhelst eisini, at tú ert einsamallur í bilinum, er væl fyri og ikki tosar í fartelefon.

 

“Snigilin” skal hyggja í bakspeglið hjá sær, og hann skal fara til viks og lata hinar sleppa framvið, tá ein hali av bilum troðkar aftanfyri. Hetta átti hvør koyrilærari at lært sínar næmingar. Summa tíðir hevur ein bara ikki hug at koyra skjótt, og tá ein ikki hevur skund, hví so ikki flyta seg fyri hinum?

 

“Rasarin” skal sláa kalt vatn í blóðið, sleppa speedaranum og leggja seg eftir at spara benzin ístaðin. Hann skal fara tíðliga upp og fara heimanifrá minst 10 minuttir fyrr enn hann plagar.

 

Djórini? Tey fara framvegis at liggja deyð ella illa løstað á vegnum, um vit menniskju ikki geva teimum gætur og seta ferðina niður, tá vit nærkast teimum.