80% av føroyingum halda seg liva væl

Ì syðru helvt í Suðuroy eru flest, sum halda seg hava hampiliga ella vánaliga heilsu Tað eru ikki færri enn 80% av føroyingum, sum halda seg liva væl.

Tað vísir ein fólkaheilsukanning, sum fyribyrgingarráðið hevur gjørt.

Í kanningini vóru føroyingar spurdir, hvussu teir sjálvir halda, at teir liva og 80% halda seg hava heilt góða heilsu, 18% halda seg liva hampiliga og 2% halda seg hava vánaliga heilsu. Býtið ímillum kynini er at kalla javnt, men kortini eru tað eitt sindur fleiri konufólk, sum halda seg liva stak væl, enn tað eru mannfólk.

Tey, sum halda seg hava stak góða heilsu, fækka við árunum, men tey, sum halda seg hava hampuliga heilsu, vaksa. Sjálvt í tí elsta aldursbólkinum, 65 til 74 ár, eru bert 7 %, sum halda seg hava vánaliga heilsu.

Samstundis halda støk sum heild, at teirra heilsustøða er eitt sindur verri enn tey, sum eru gift ella sambúgvandi.

Men tað sær eisini út til, at fólk við lítlari og ongari útbúgving halda seg hava vánaligari heilsu enn tey við høgari útbúgving.

Tey, sum hava heimabúgvandi børn, halda seg liva eitt sindur betri, enn tey, sum eingi heimabúgvandi børn hava, men hetta kann vera treytað av aldrinum.

Hinvegin er ongin munur á sjálvsfatanini hjá teimum, sum búgva til leigu, sum hjá teimum, sum hava egnan bústað.

Hinvegin eru tað lutfalsliga fleiri á smábygdum við undir 300 fólkum, sum siga seg hava vánaliga heilsu og afturfyri eru tað lutfalsliga fleiri í býunum, sum siga seg hava stak góða heilsu.

Tað eru flest, sum siga seg hava vánaliga heilsu í syðru helvt í Suðuroy og fægst í Miðeysturoy.