8. mars – nakað nýtt undir sólini?

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokkin
-----------

So kunnu vit á 104. sinni halda 8. mars. Í einum landi, har alt ov fá konufólk síggja eina orsøk til at liva, eigur at vera nógv at tríva í ein slíkan dag.
Hvat er so hent síðani seinast? Tað er framvegis ikki raðfestingar á javnstøðuøkinum, sum skapa tær stóru yvirskriftirnar, so her er ikki stórvegis nýtt undir sólini.
Politiskt eru tó ávísar broytingar gjørdar, sum serliga ávirka kvinnu- og gentulív. Talan er ikki um risastórar verkætlanir, sum rudda forsíðurnar og sum eru fíggjarliga bindandi fyri nógv ættarlið, men um stillisligar avgerðir, sum siga ein heilan hóp um, hvørji moralsk virðir eru og sleppa at vera galdandi. Og hetta eru ikki virðir, sum leggja upp til betri og meira freistandi karmar fyri gentur og kvinnur í 21. øld.

Eingin vilji til Sjálvhjálp
Løgtingið ynskir ikki longur at veita ókeypis og óhefta vegleiðing og ráðgeving til kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, til barnakonur og til uppihaldarar við truplum korum. Tí frá 1. januar 2014 steðgaði Sjálvhjálpin at virka, uttan at nakað annað líknandi tilboð kom í staðin.
Sjálvhjálpin varð sett á stovn í 2007 við donsku Mødrehjælpen sum fyrimynd. Sjálvhjálpin var eitt ókeypis tilboð um anonyma hjálp til sjálvhjálp. Hendan ráðgevingin veitti – óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði – neutrala og holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving.
Endamálið við Sjálvhjálpini var at veita ókeypis vegleiðing og ráðgeving til kvinnur, sum umhugsaðu fosturtøku, til barnakonur og til uppihaldarar við truplum korum.
Í Sjálvhjálpini bar til at skifta orð við prest, sálarfrøðing, sosialráðgeva sexolog og ljósmóður um lívsins avbjóðingar, og tað vóru serliga kvinnur, sum brúktu hetta tilboðið.
Eitt gott tilboð er burtur, og somuleiðis eru teir førleikar, sum síðani 2007 eru uppbygdir. Og einki er komið í staðin.

Tvungin ráðgeving til vaksnar konur
Samstundis sum óhefta ráðgevingin er burtur, skulu vaksnar konur nú frelsast frá sær sjálvum. Tí tær skulu tvingast til ráðgeving, um tær ynskja fosturtøku. Og hetta skal gerast í Gigni – heilsufrøði fyri børn & ung - hvørs upprunaliga endamál so púrt einki hevur at gera við at noyða ein boðskap niðurum høvdið hjá vaksnum konum, sum ynskja fosturtøku.
Sambært læknaligari vitan veitir eingin fyribyrging 100 prosent trygd. So allar kvinnur, sum eru seksuelt virknar, kunnu koma út fyri at gerast við barn, uttan at tað var ætlanin. Eisini kann talan vera um sjúku, vánaligar umstøður, neyðtøku ella kynsliga misnýtslu.
Tølini fyri fosturtøkur í Føroyum eru nógvar ferðir lægri enn somu tøl úr øðrum Norðurlondum, og eg loyvi mær at ivast í, um tað ber til at fáa hesi tølini longur niður. Rætti mátin er undir ongum umstøðum tvungin ráðgeving.

Eingin fyribyrging
Eg veit væl, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki hevur ábyrgd av undirvísing. Men um tað veruliga er so umráðandi fyri hann at fáa talið á fosturtøkum niður, hví so ikki taka stig til eina betri upplýsing um fyribyrging fyri ung? Hesa uppgávu kundi hann álagt Fólkaheilsuráðnum, nú teirra játtan er nógv hækkað.
Men so er ikki. At arbeiða fyri betri upplýsing um fyribyrging og sexual-undirvísing kemur eyðsýniliga ikki landsstýrismanninum í heilsumálum til hugs. Hann skerjir játtanina til gitnaðarfyribyrging, sum er ókeypis ráðgeving um fyribyrging hjá kommunulæknunum, meðan hækkaða játtanin til Fólkaheilsuráðið skal brúkast til at fortelja okkum føroyingum, at vit skulu renna og hoppa, heldur enn at roykja og drekka.

Mótspæl til blinda liðið
Vit hava í seinastuni sæð, at tað er ein lítil flokkur, sum sleppur at bestemma, hvørji virði, serliga tey sum hoyra til niðanvert beltið, skulu galda fyri øll vaksin fólk í Føroyum. Og við støðugum hóttanum um samgonguslit fær hesin flokkurin hini 18 trøllvaksnu fólkavaldu í samgonguni til at akta.
Hesi moralsku virðini hava lítla rúmd fyri ungum kvinnum í 21. øld, og tí er neyðugt við einum nógv greiðari mótspæli.
Góðan 8. mars øll somul.